Við heimild í § 4, stk. 2, í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 9. mai 2019 hevur Fuglafjarðar býráð samtykt hesa reglugerð at koma í gildi 28. februar 2020:
- 1. Umsiting av loðstænastuni
Fuglafjarðar Havn/havnaskrivstovan/loðsstøðin hevur umsitingina um hendi av allari loðsing, og verður loðsingin fyriskipað eftir reglunum í loðslógini og hesi reglugerð. - Um fráboðan um loðstænastu
Loðstænastan er tøk 24 tímar um samdøgnið 365 dagar um árið fyri øll skip, ið venda sær til loðsstøðina um at fáa loðs.
2.1. Skip, sum koma, skulu boða frá í seinasta lagi 18 tímar áðrenn komu til loðspunktið, har loðsurin skal umborð. Upplýsingar skulu verða fráboðaðir umvegis teldupost ella telefon, sí pkt. 6 niðanfyri.
2.2. Er frávik í komutíð skal broytingin verða fráboðað loðsstøðini skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 tímar áðrenn ETA.
2.3. Skip, ið fara úr havn, skulu boða loðsstøðini frá 6 tímar áðrenn fráferð.
2.4. Um fráferðatíðin ikki heldur, skal loðsstøðin verða boðað frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi 2 tímar áðrenn upprunaliga fráboðaðu fráferðina.
- Um loðsflutning
Sambært loðslógini er tað Fuglafjarðar loðsstøð, sum til eina og hvørja tíð umbiður flutning at flyta loðs til og frá loðspunkti, har loðsurin ferð umborð ella verður settur av.
3.1. Tá ið loðsflutningur verður umbiðin, skal kommunan m.a. leggja dent á, at prísstøðið er rímiligt, og at skjót og góð tænasta kann verða veitt loðsstøðini og harvið viðskiftafólkunum hjá loðsstøðini. Kommunan kann í hesum sambandi umbiðja flutning frá føri til føri ella gera styttri ella longri avtalu við einstaka ella einstakar skikkaðar flutningsfyritøkur.
3.2. Loðsflutningsbáturin skal verða góðkendur av Sjóvinnustýrinum til loðsflutning og hava allar kravdar tryggingar, ið lúka fyrisett krøv.
3.3. Minst tveir skikkaðir persónar, sum lúka krøvini frá Sjóvinnustýrinum, skulu verða umborð, tá ið loðsur verður fluttur.
3.4. Loðstøðin kann krevja skjalprógv frá loðsflutningsfyritøku ella loðsflutningbáti fyri viðurskiftum, sum nevnd eru omanfyri.
- Loðsstøðin sendir rokningar/fakturar til viðkomandi skipsumboðsmann/skip/reiðarí, sum hevur biðið um tænastu fyri loðs og loðsflutning.
- Loðsstøðin arbeiðir á VHF kanal 12 og 16
- Vakttelefon +298 238054, teldupostur port@fuglafjordur.fo
Reglugerðin er góðkend á býráðsfundi tann 27. februar 2020.
Gildiskoma 28. februar 2020
Fuglafjarðar havn
Rólant Højsted, havnastjóri